Suðuroyartunnilin eigur sjálvandi fylgja altjóða trygdarkrøvum fyri slíkar tunnlar. Tí er uppskotið, sum liggur í løgtinginum í løtuni, ikki búgvið til støðutakan.
So avgjørd er tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Liljan Weihe, í málinum um mest umrøddu útbygging av føroyska infrakervinum nakrantíð.
Komandi mikudag hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið sum freist til at enda nevndarviðgerðina, og koma við einum álitið til løgtingið til støðutakan við aðru viðgerð, herundir fyrstu atkvøðugreiðslu í málinum.
Men samgongan skal ikki rokna við at fáa Liljuna Weihe at trýsta á ja-knøttin, tá atkvøðast skal. Tí hon metir ikki, at ætlaði tunnilin til Suðuroyar lýkur neyðug trygdarkrøv.
Í lesarabrævi í miðlunum finst hon m.a. at trygdarkanningunum hjá Tunnilsfelagnum:
- Ongin óheft trygdarkanning ella tilbúgvingarætlan er gjørd eftir forskriftum hjá myndugleikanum. Tað kann ikki vera arbeiðstakarin sjálvur, í hesum førinum Pf. Suðuroyartunnilin (Norconsult), sum skal definera trygdarkrøvini, skrivar Liljan Weihe millum annað, og fýlist á, at óheftar váðametingar ikki eru gjørdar, heldur ikki eftir at málið varð tikið aftur í fjørvár, til tað kom aftur í tingið í heyst.
Tingkvinnan staðfestir, at ætlaði Suðuroyartunnilin ikki livir upp til tey vanligu minimums trygdarkrøvini í Noregi og ES, men hevur fingið serlig frávik frá reglunum í Noregi, sum vit annars plaga at halda okkum til.
Skrivið hjá Liljuni Weihe kann lesast á Lesarin.fo: Altjóða trygdarkrøv – bara ikki fyri tunlar
Tingkvinnan hevur eisini sett løgmanni skrivligan fyrispurning, har hon vil hava svar upp á fýra konkretar spurningar, sum viðvíkja trygdini í Suðuroyartunnlinum:
- Er nakar nýggjur ella komandi tunnil í verðini, sum er líka langur ella longri enn Suðuroyartunnilin, sum ikki hevur tvey tunnilsrør?
- Nær er avgerð tikin um, at Suðuroyartunnilin bert skal hava eitt tunnilsrøruttan rýmingarleiðir,og hvør hevur tikið hesa avgerð?
- Hví verður vikið frá altjóða minimumstrygdarkrøvum ísv. Suðuroyartunnilin?
- Hvussu verður tryggjað, at trygdin er í lagi, um farið verður undir verandi ætlanir um Suðuroyartunnilin?
Í viðmerkingunum skrivar Liljan Weihe millum annað:
- Tað er undranarvert, at tá talan er um Suðuroyartunnilin, kunnu trygdarkrøvini bendast fyri at fáa pengarnar at passa.
Les viðmerkingarnar her: Skrivligur fyrispurningur 52-091/2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald