Seinnapartin í gjár handaði Hamas Ísrael líkið av enn einum gísla, sum varð tikin av Hamas undir álopinum á Ísrael 7. oktober 2023, skrivar Reuters.
Hamas handaði Reyða Krossi líkið, og síðani varð tað flutt av Reyða Krossi til ísraelskar herdeildir í Gaza, váttar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum.
Sum partur av avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi 10. oktober, skulu allir livandi gíslar leyslatast, og líkini av deyðum gíslum skulu útflýggjast. Hamas hevði tá 20 livandi gíslar og 28 deyðar gíslar eftir í Gaza.
Teir 20 livandi gíslarnir vórðu leyslatnir stutt eftir, at vápnahvíldin kom í gildi, og nú eru 26 av 28 deyðum gíslum handaðir ísraelum.
Afturfyri eru nærum 2000 palestinskir fangar og líkini av fleiri hundrað palestinum leyslatin av Ísrael.
Síðan vápnahvíldin kom í gildi fyri seks vikum síðani hava báðir partar lagt hin undir at bróta vápnahvíldina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald