
Ísraelski herurin hevur fingið líkið av einum gísli úr Gaza, sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum.
Talan er um Nattapong Pinta, ein thailendskur maður síðst í 30unum, sum varð tikin av Hamas undir álopinum 7. oktober 2023, skrivar Ritzau.
Undan bjargingarátakinum varð stúrt fyri, at Nattapong Pinta var deyður, men tað var ikki endaliga váttað. Hildið verður, at hann varð tikin á lívi og dripin í varðhaldi. Umstøðurnar kring deyða hansara eru framvegis ógreiðar.
Fyrr í vikuni vórðu líkini av tveimum ísraelsk-amerikonskum gíslum bjargað úr Gaza.
Allir tríggir gíslar vírðu tiknir úr Nir Oz kibbutsini í sunnara parti av Ísrael 7. oktober 2023. Nærum ein fjórðingur av íbúgvunum í kibbutsini vórðu dripnir ella tiknir til gísla sambært tíðindastovuni AFP.
Umleið 250 fólk vórðu tikin til gísla av Hamas 7. oktober 2023, og mett verður, at tað framvegis eru umleið 55 gíslar eftir í gazageiranum, og at yvir 30 eru deyðir.
Nattapong Pinta var ein av 31 thailendingum, sum vórðu tiknir 7. oktober 2023. Eisini varð ein persónur úr Nepal, og ein úr Tansania tikin til gísla. 29 teirra eru síðani leyslatnir aftur eftir avtalu millum Ísrael og Hamas, skrivar Times of Israel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald