2025-10-12 13:43

Eitt umboð fyri Hamas váttar, at leyslatingin av gíslunum, sum enn eru í Gazageiranum, byrjar mánamorgunin.
Sum partur av avtaluni um vápnahvíld hevur Hamas játtað at leyslata teir 48 gíslarnar, sum eru eftir í Gaza, harav 20 verða mettir at vera á lívi. Tilsamans 251 fólk vórðu tikin til gísla av Hamas undir álopinum á Ísrael 7. oktober 2023.
Tá gíslarnir eru komnir aftur til Ísrael, fer Ísrael at lata 250 palestinskar fangar leysar. Umframt teir 250, sum hava sitið langan fongsulsdóm í Ísrael, verða 1.700 onnur, sum landið eisini hevur hildið aftur undir krígnum, eisini leyslatin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald