Innanlands

Leys lastbilahjól í tunnlinum – persónbilur fór í smildur

Sandoyatunnilin var stongdur í hálvanannan tíma seinnapartin í gjár eftir at ein persónur koyrdi inn í tvey leys lastbilahjól, ið komu rullandi móti honum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-19 08:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíbetur hendi ongin fólkaskaði í ferðsluóhappinum, sum seinnapartin í gjár førdi til, at Sandoyartunnilin varð stongdur í hálvanannan tíma.

Tað, sum hendi var, at ein lastbilur mistu tvey bakhjól meðan hann koyrdi gjøgnum tunnilin, og hjólini fóru rullandi yvir á hina koyribreytina, har tey buldraðu inn í ein persónbil, ið kom koyrandi ímóti lastbilinum.

Persónbilurin fór, sambært vaktleiðararnum á løgreglustøðini, í smildur. Men tíbetur hendi onki við persóninum, sum sat handan róðrið í persónbilinum og var einsamallur í bilinum.

Les eisini: Sandoyartunnilin stongdur: Dekk á rull í ein persónbil

Fráboðanin um óhappið kom inn klokkan 15.03, og tveir minuttir seinni varð tunnilin stongdur fyri ferðslu báðu megin, meðan ruddað varð upp aftur ferðsluóhappið.

- Støðan kann gerast vandmikil, tá ferðsluóhapp henda í tunnlum, og fyri at forða fyri, at aðrir bilar ikki skuldu gerast partur av ferðsluóhappinum, valdu vit at steingja tunnilin, til bilarnir vóru fingnir burtur, greiðir vaktleiðarin frá.

Klokkan 16.29 varð tunnilin latin uppaftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder