Innanlands

Letur upp 8. mai

Hvalbiartunnilin letur upp um ein mánað

(Mynd: Suðurrás)

(Mynd: Suðurrás)

2021-04-06 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um ein mánað letur nýggi Hvalbiartunnilin upp. Tað upplýsir Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, fyri útvarpinum í dag.

Ætlanin var, at tunnilin skuldi lata upp í hesum mánaðinum, men lutir til stýrisskipanina mangla enn, og teir koma ikki til landið fyrr enn seinni í hesum mánaðinum.

Nýggi Hvalbiartunnilin er 2500 metrar langur umframt 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin.

Játtanin til tunnilin er 272 milliónir. Nýggja farleiðin fer at avloysa gamla eittsporaða Hvalbiartunnilin, sum lat upp í 1963.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder