Innanlands

Lestrarbókin kom aftur til Kollafjarðar

Serligt hátíðarhald var á Kollafjarðar bókasavni í gjárkvøldið. Lestrarbókin hjá Bernhardi dekni frá 1908 kom aftur til heimið eftir at hava verið á ferð bæði til Gøtu og Fuglafjarðar

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-09-14 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í samband við kollafjarðardagarnar varð skipað fyri einum serligum tiltaki á Kollafjarðar bókasavni í gjárkvøldið (mikukvøldið), har gamla lestrarbókin hjá Bernhardi Magnussen varð handað Fornminnisfelagnum. Bjarni Djurholm og Petur Martin Petersen úr Fuglafirði greiddu frá um Bernhard og um hesa serligu lestrarbókina.

Bernhard Magnussen var deknur og organistur í Kollafjarðar kirkju í 38 ár. Lestrarbókin er frá 1908. Gama myndin av Bernhardi við lestrarbókini er tikin oman fyri kirkjuna. Bernhard búði í íbúðini í skúlanum frá 1890 til 1931. Og í dag eru bæði skúlin og íbúðin fornminnissavn. Sostatt kemur lestrarbókin aftur í sama bygning, har hon var frá byrjan.

[object Object]
Bernhard Magnussen, deknur og klokkari, við lestrarbókini

Søgan um, hvussu lestrarbókin endaði aftur í Kollafirði, er serstøk. Petra, ein dóttir Bernhard, giftist til Fuglafjarðar við S.P. Petersen (Pidda). Hon fekk lestrarbókina eftir at pápin var deyður.

Fór til Gøtu sum arvur

So gingu ártíggju. Petra doyði í 1986. Tá endaði bókin í Syðrugøtu hjá dóttrini Hjørdis, sum var gift við Oddfríði Gregersen. Hjørdis og Oddfríður fingu tríggjar synir, Atla, Páll og Regin.

Tá Hjørdis og Oddfríður vóru deyð, vórðu húsini tømd. Bókin endaði tá hjá Pálli, sum ivaðist í, hvat hann skuldi gera við hana. Hann lat tí bókina til Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum eigur ótal av bíblium, lestrarbókum o.l., sum hann samlar uppá.

Á eini familjustevnu á Strondum, vóru bæði lestrarbókin og myndin at síggja, Petur Martin hevði lænt Pálli bókina til høvið. Tá hugsaði Páll, at kanska skuldi bókin heldur verið í Kollafirði. Og Petur Martin vildi lata bókina til savnið í Kollafirði, treytað av, at savnið vildi hava hana.

Og mikukvøldið varð so gamla lestrarbókin handað kollfirðingum á bókasavninum. Páll var burturstaddur, so bróðurin Atli Gregersen handaði bókina, sum bygdarsavnið nú fer at vísa fram saman við gomlu urguni hjá Bernhardi Magnussen, sum savnið eisini hevur í varðveitslu.

Misti faðir og allar beiggjarnar í bátsvanlukku

Bjarni Djurholm greiddi stutt frá um langabban, Bernhard, sum varð føddur á Strondum í 1861. Hann gjørdist lærari 23 ára gamal í 1884, og var í fimm ár í Hvalvíkar sókn, áðrenn hann í 1890 flutti til Kollafirðar, har hann giftist Oliviu Johannesen á Todnesi.

Bernhard kom fyri tí óskiljandi vanlagnu at missa allar fýra beiggjarnar sama dag, 8. februar 1889. Hetta var meðan hann var lærari í Hvalvíkar sókn. Tvey ár frammanundan doyði systurin Súsanna, einans 20 ára gomul – hon sat og seymaði sær brúðarkjólan, tá hon brádliga datt um og var deyð.

Tríggir aðrir menn gingu burtur sama dag sum brøðurnir. Tveir vóru systkinabørn Bernhard og hin var pápi teirra. Bernhard var sostatt raktur av sorg, sum fyri flestu man vera óskiljandi. Men fyri at fóta sær var alt álit lagt í hendurnar á Honum, sum øllum valdar.

Trúgvin var grundvøllurin og virðingin fyri kringumstøðunum gjørdi, at hvør dagur varð byrjaður við bøn og hvørt kvøld endað við tøkk. Kærleiki og tryggleiki høvdu avgerandi týdning í gerandisdegnum.

Bernhard var sum nevnt bæði deknur og organistur. Tað var hann í heili 38 ár. Hann var sera stillførur maður. Hann tosaði lítið og einki um ta vanlagnu, sum hevði rakt hann og hansara familju.

Avhalds- og álitismaður

Bernhard hevði mong álitisstørv. Hann var m.a. formaður í forstandarskapinum fyri felagskommunurnar í Norðstreymoy frá 1898, og formaður í nýstovnaðu Kollafjarðar Kommunu frá 1913 og aftur frá 1918. Harafturat var hann í mong ár fastur limur Norðstreymoyar valnevnd.

Bernhard var avhaldsmaður, og var ein av stovnarunum av Kollafjarðar Totalavhaldsforeining.

1931 fór Bernhard úr lærarastarvinum. Hann og Olivia høvdu bygt sær sethús beint uttan fyri skúlan. Tilfarið av húsunum var av hvalastøðini á Sperm á Signabø. Tey búleikaðust har restina av ævini.

Heimið við Sjógv, bæði í skúlanum og so í nýbygdu sethúsunum, vóru opin fyri øllum sum tørvaðu. Bernhard andaðist 19. november í 1938 aftaná stutta sjúkralegu. Olivia andaðist 22. februar 1943.

Í desember 1949 samtykti Kollafjarðar Kommuna at keypa sethúsini hjá Bernhard Magnussen til lærarahús.

Niels Pauli Djurholm var tá vorðin fyrstilærari og varð búgvandi í húsunum. Niels Pauli var eisini kommunuskrivari, so húsini blivu eisini kommunuskrivstova, og vóru tey tað til ársbyrjan 1971. Har var eisini eitt slag av bókasavni – og var ljós undir lonini, so var opið.

Fyrst í sjeytiárunum samtykti Løgtingið, at kommunurnar ikki longur skuldu halda fyrstulærarum/skúlastjórum tænastubústað. Flestu kommunurnar seldu tí húsini, mong teirra til lærararnar, sum búðu har.

Niels Pauli keypti tí húsini við Sjógv í 1976. Soleiðis komu sethúsini, sum Bernhard lat byggja í 1930, aftur í familjuna. 

Kelda: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder