
Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lestrarhøli, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.
Lestrarhølini verða á ovastu hæddini á Býarbókasavninum, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.
Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða. Hetta er sjeynda árið, at tænastan verður á Býarbókasavninum.
Støðugt fleiri lesa eisini á Fróðskaparsetri Føroya, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá teimum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri kunnu nýta hølini, skrivar kommunan.
Lestrarhølini eru opin frá mánadegnum 24. juni til fríggjadagin 16. august 2019, og tey verða opin, tá ið Býarbókasavnið er opið.