Innanlands

Leirvíkstunnilin var stongur eina góða løtu í gjárkvøldið

Bilurin, sum eldur kom í, fekk steðgað beint við tunnilsmunnan Norðagøtumegin, og førarin slapp sjálvur úr bilinum. Sløkkiliðið kom beinleiðis úr venjing í Norðoyatunnlinum

Hóast tað gekst væl at sløkkja eldin, so tók tað yvir ein tíma at fáa ferðsluna í gongd aftur. Hetta millum annað vegna nógva royk í tunnlinum

Hóast tað gekst væl at sløkkja eldin, so tók tað yvir ein tíma at fáa ferðsluna í gongd aftur. Hetta millum annað vegna nógva royk í tunnlinum

2025-09-24 08:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 20.24 týskvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum bili beint við tunnilsmunnan í Leirvíkstunnlinum. Hetta var Norðagøtumegin.

Lukkutíð fekk førarin, sum var einsamallur í bilinum, steðgað bilinum beint áðrenn farið varð inn í tunnilin, og viðkomandi slapp eisini úr bilinum óskaddur.

Sí eisini: Eldur kyknaði í bili við Leirvíkstunnilin

Í støðuni hóskaði tað væl, at stór venjing var í Norðoyatunnlinum júst tá. Tískil var sløkkiliðið skjótt á staðnum.

Tað tók tó eina løtu at fáa fult tamarhald á støðuni, og bilar kundu ikki fara ígjøgnum. Hetta millum annað vegna nógvan royk.

[object Object](Mynd: Eysturoyarportalurin)

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðuni í Havn, gekk tað tó lutfalsliga væl - millum annað tí stór manning var. Stutt eftir klokkan 22 var Leirvíkstunnilin opin fyri ferðslu aftur.

Tað er ikki endliga staðfest enn, hví eldur kom í bilin, sum var heldur gamal.

Og stóra venjingin sum var í Norðoyatunnlinum frá klokkan 18 í gjár; hon eydnaðist væl, staðfestir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder