- Teir eru úr Leirvík, og eita VSJ. Eg eri ov gamal til at kenna teir, segði Sjúrður Skaale á Vágsbøi í kvøld.
Leirvíkingarnir úr bólkinum VSJ við Dávuri á Reynatrøð sum forsangara, áttu Vágsbø frá klokkan 02:30 og ein lítlan tíma fram. Hetta var síðsta framførslan á Vágsbøi, og teir spældu samstundis sum Páll Finnur Páll skuldu byrja í Tjaldinum. Ein framførsla full við orku, og heilt fitt av fólki vóru møtt upp hóast tað ikki kanna samanlíknast við høvuðsnøvnini.
Til tíðir hoyrdist, at teir vóru heldur óroyndir á stórum pallum, men hóast tað, so vóru teir ógvuliga dugnaligir. Ikki tí, hjálp fingu teir eisini, millum annað frá Daniu O. Tausen, sum sang nøkur løg saman við teimum. Hetta riggaði sera væl, og sigast má, at Dania og VSJ eru ein góð greipa.
Dania O. Tausen
Eftir kend løg, takkaðu leirvíksdreingirnir fyri seg, men fjøldin vildi hava meir. Og tað fekk hon eisini. The Road, kendasta lagið hjá teimum varð framført einaferð.
Villiam Soo Joensen, VSJ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald