Innanlands

Leirvík: Eyskarið av Hvanngarðinum eisini komið

Tá gamla tíggjumannafarið, Hvanngarðurin, ið er smíðaður umleið 1830, kom aftur til Føroya úr Noregi, var eyskarið ikki við – nú er tað funnið

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2025-10-23 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í mai mánaði kom gamla tíggjumannafarið hjá syðrugøtumonnum, Hvanngarðurin, við vælvild úr Noregi, aftur til Eysturkommunu, har tað nú stendur á Báta- og listasavninum í Leirvík.

Saman við Hvanngarðinum komu fleiri aðrir lutir, ið hoyra til ein róðrarbát, men einki eyskar, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

- Eyskarið var blivið burtur á Norsk Maritimt Museum, hóast vit vistu, at tað hevði verið til stutt frammanundan. Hetta av tí, at Andrass Joensen fyri gott 10 árum síðani var í Noregi at taka mát av bátinum og eisini av eyskarinum.

- Tí var tað gleðiligt, tá boðini fyri stuttum komu, at nú var eyskarið funnið á einari goymslu.

Mánadagin var umboð úr Eysturkommunu, Astrid Johannesen,mentanar- og ferðafinnuleiðari, í Oslo á Norsk Maritimt Museum at avheinta eyskarið, ið sjálvandi skal vísast fram saman við Hvanngarðinum.

Eyskarið – og Hvanngarðurin – eru at síggja á Báta- og listasavninum í Leirvík.

Les eisini: Føroya elsti róðrarbátur kemur heim til Føroya

[object Object]
Camilla Nordeng, Norsk Folkemuseum, vísir eyskarið fram fyri Astrid Johannessen, mentanar- og ferðavinnuleiðara í Eysturkommunu (Mynd: Eysturkommuna) 

[object Object]
Hvanngarðurin kann síggjast í Báta og Listasavninum í Leirvík (Mynd: Báta og Listasavnið / Kristfríð Tyril)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder