Innanlands

Leingja varðhaldsfongsling fyri ungan mann: Skuldsettur fyri kynslig brotsverk

Ein ungur maður, sum er skuldsettur fyri kynslig brotsverk á Tvøroyri, skal sita í varðhaldi til 6. juni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-07 07:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rætturin hevur gjørt av, at dómsviðgerðin í einum máli, har ein ungur maður er skuldsettur fyri nøkur kynslig brotsverk á Tvøroyri, skal vera í seinasta lagi 7. juni.

Hetta veit útvarpið hjá Kringvarpinum.

Tað var í aprílmánað, at løgreglan fekk fráboðan um kynsligt brotsverk móti ungari kvinnu. Ungi maðurin varð til grundlógaravhoyr og bleiv varðhaldsfongslaður fyribils í fýra vikur.

Varðhaldsfongslingin er nú longd til 6. juni.

Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingunum.

Les eisini: Fongslaður fyri kynsligt brotsverk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder