Mentan

Leikurin Quotes í Mentanarhúsinum

Unga Jóhanna úr Bergen, hevur fingið íblástur til fleiri av persónunum í leikinum Quotes frá tónleikinum hjá Eivør Pálsdóttir

2019-07-05 12:40 Author image
Tíðindaskriv

Unga Jóhanna úr Bergen, hevur fingið íblástur til fleiri av persónunum í leikinum Quotes frá tónleikinum hjá Eivør Pálsdóttir. Jóhanna er bara 18 ára gomul, og stovnaði longu sum 14 ára gomul sítt egna sjónleikaralið, har hon hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sín dagnaskap.

Í døgunum 12., 13. og 14. Juli, verður høvið at uppliva hesa serstaku pallseting við leikinum Quotes í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Quotes granskar tað torgreidda menniskjasinnið og vísir sálarliga heilsu úr ymsum sjónarhornum sædd innanífrá. Leikurin viðger tað, ið hendir í høvdinum á einum persóni, og rannsakar, hvussu vit verða ávirkað av hugsanum og kenslum, innaru bardøgum og tvídráttum í strembanini eftir tí algilda spurninginum: ”Hvør eri eg?”

Johanne er bæði, leikhússtjóri, pallstjóri, leikari, handritshøvundur og stendur fyri framleiðsluni í Spytt i Panne Teater (SiPT). Henni dámar sera væl at ganga egnar leiðir og hevur við Quotes gjørt eina pallseting, sum er heilt serstøk.

Í sjónleikarafelaganum SiPT eru í dag 7 leikarar í aldrinum 14-35 ár.

Upprunaliga var leikurin ætlaður ungum- og vaksnum fólki. Men tað gleðiliga er hent, at í Noregi hevur tað víst seg, at leikurin hóskar líka væl til børn heilt niður í 10 ára aldur. Sagt verður frá, at bæði børn og vaksin skifta orð um tað, ið kemur fram í Quotes, í langa tíð eftir, at tey hava sæð leikin.

Eitt viðmælt summartiltak fyri alla familjuna.

Fríggjadag 12/7
Leygardag 13/7
Sunnudag 14/7

placeholder
placeholder