placeholder
Innanlands

Leiðsluráðstevna um vikuskifti

Hetta er ellivtu ferð at ráðstevnan verður hildin

2019-01-16 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða Global Leadership Summit leiðsluráðstevnan verður enn einaferð hildin í føroyum. Hetta er ellivtu ferð at ráðstevnan verður hildin og vænta fyrireikarnir enn einaferð fult hús. Ráðstevnan verður fríggjadagin og leygardagin í Norðurlandahúsinum.

Hesaferð eru tvey føroysk íkast. Tóra við Keldu, ið er forkvinna í MEGD kemur at hava ein fyrilestur og samrøða verður eisini við Hildu Viderø, ið er íverksetari og stovnari av felagsskapinum Mirjam.
[object Object]
 
Umframt hetta verða tíggju fyrilestrar á stórskíggja við m.a. Simon Sinek, Craig Groeschel, Rasmus Ankersen, Danny Meyer, John Maxwell o.fl.
[object Object]
 
Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Enn eru pláss tøk til stevnuna og øll vinna tá ein leiðari gerst betri siga fyrireikarnir at enda.
 
- Global Leadership Summit 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder