Mentan

Leiðandi kvinnur í vinnu nýggja nevnd

Leiðandi Kvinnur í Vinnu er eitt netverk við fleiri enn 100 kvinnum í leiðandi størvum í føroyska vinnulívinum

(Mynd: LKV)

(Mynd: LKV)

2024-03-08 17:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á fundi sjálvan Altjóða kvinnudagin 8. mars 2024 skipaði nevndin í Leiðandi Kvinnum í Vinnu seg soleiðis:

Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn, er forkvinna

Beinta Haraldsen, sjálvstøðug vinnurekandi, næstforkvinna

Ann Jógvansdóttir, stjóri í Júniik, kassameistari

Ingun Nolsøe Olsen, Leiðari á fraktdeildini og frímerkjadeildini á Posta, skrivari

Jenny A. Í Heiðunum, stjóri á Hotel Djurhuus, nevndarlimur

Nýggja nevndin takkar farandi nevndarlimunum, Biritu Samuelsen, Gudny Langgaard og Jónhild Rasmussen, fyri teirra drúgva arbeiði í nevndini.

Leiðandi Kvinnur í Vinnu er eitt netverk við fleiri enn 100 kvinnum í leiðandi størvum í føroyska vinnulívinum. Endamálið er at sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið v.m. Harafturat er endamálið at gagnnýta netverkið hjá hvør aðrari og at menna hvørja aðra í starvinum sum stjóri, leiðari, sjálvstøðug ella í ábyrgdarstarvi.

Síðan stovnanina í 2015 hevur felagið skipað fyri nógvum spennandi tiltøkum fyri limirnar, og fleiri eru á skrá fyri framman. Felagið skipar fyri virkisvitjanum kring landið, og spennandi netverkstiltøkum við fakligum íblástri.

Seinni í vár koma limir úr íslendska systirfelagnum KIS til Føroya í sambandi við at tær fylla 10 ár. “Konur í Sjávarútvegi” er íslendska felagið fyri kvinnur í sjóvinnu. Saman við teimum fara tær í LKV á virkisvitjan til Vestmanna og Kvívík at síggja bryggjaríið og nýggju, stórbæru goymsluna hjá Faer Isles Distillery.

Javnstøða er ikki ein sjálvfylgja í føroyska vinnulívinum í dag. Nýggj kanning vísir, at 21% av stjórum og nevndarlimum í føroyskum feløgum eru kvinnur. Enn er langt á mál, og júst tí er tørvur á einum netverki sum LKV.

Við LKV netverkinum kunnu kvinnur sparra og stuðla hvør aðrari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder