Uttanlands

Lego-kubbi kann skifta lit og geva ljóð frá sær

Lego setur nýtt lív í væl kenda kubban

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-07 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1. mars kemur Lego við nýggjum kubba, sum bæði kann skifta lit og geva ljóð frá sær. Tað merkir, at kubbin kann fáa ein størri leiklut í spælinum, sigur Lego í tíðindaskrivi.

Eitt mikrokipp er í kubbanum, sum fær hann at skifta lit og geva ljóð frá sær tá hann kemur nærhendis øðrum kubbum. Á tøkniráðstevnu mánadagin var nýggja uppfinningin víst fram.

Har var eitt dømi víst, at kubbin var settur saman við einari Lego-dunnu, og so gav hann ljóð frá sær sum ein dunna, skrivar Ritzau tíðindastovan.

Nýggi Lego kubbin er partur av einari Staw Wars legoútgávu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder