Innanlands

Lastbilur tók í hæddarbummin í Húsareynstunlinum

Hæddin á einum koyrandi akfari má ikki vera meira enn fýra metrar

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2025-07-25 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun fimm tíðina fekk løgreglan fráboðan um, at ein lastbilur hevði tikið í ein hæddarbumm í Húsareynstunlinum.

Tað er nógv útgerð upp undir loftinum á einum slíkum tunli, og dettur hon niður, kann hetta vera til vanda fyri onnur.

Í hesum føri stóðst kortini ikki nakar skaði av hendingini.

Løgreglan sigur, at hæddin á einum koyrandi akfari má ikki vera hægri enn fýra metrar. So hetta skal helst ikki gerast ein vani í nýggja tunlinum, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder