Mentan

Last Christmas: Jólasangurin, sum øll elska - ella elska at hata

34 ár seinni er sangurin enn millum best umtóktu jólasangir í heiminum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-12-16 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tú kennir heilt sikkurt sangin. Kanska plagar tú enntá at lurta eftir honum á hvørjum ári, tá jólini byrja at nærkast. Ella kanska ert tú vorðin so troyttur av honum, at tú noyðist at sløkkja útvarpið, hvørja ferð hann verður spældur.

Óansæð hvat ein heldur um sangin, er hann næstan ógjørligur at sleppa undan í hesum døgum.

Sangurin "Last Christmas" hjá Wham!, sum George Michael, sáli, skrivaði fyri 34 árum síðani er millum best umtóktu jólasangir í heiminum.

Bretski bólkurin Wham! var ein stórur poppbólkur í 80unum. Bólkurin varð stovnaður í 1981, og millum hitt teirra kunnu nevnast "Wake Me Up Before You Go-Go" og "Club Tropicana". Men tað er sangurin "Last Christmas" sum fólk minnast teir fyri.

"Last Christmas" bleiv til ein sunnudag í februar í 1984, tá George Michael var til døgurða hjá foreldrunum, saman við hinari helvtini av Wham!, Andrew Ridgely.

"Vit høvdu fingið eitt sindur at eta og sótu og slappaðu av framanfyri sjónvarpinum, tá George brádliga hvarv upp á loftið, og har varð hann verandi í fleiri tímar. Tá hann kom niður aftur, var hann so ovurfegin, at hann sá út, sum hevði hann júst funnið gull - og tað hevði hann so at siga eisini," skrivaði Ridgely í klummi í The Mail On Sunday í fjør.

Teir fóru saman uppá loftið og inn í barnakamarið hjá George Michael, har George Michael spældi inngangin og niðurlagið til "Last Christmas" fyri Ridgely.

Í august sama árið, varð sangurin innspældur av George Michael í London.

George Michael, ið tá bert var 21 ára gamal, hevði sjálvur innspælt bæði røddir og øll ljóðførini.

Tveir mánaðar seinni varð "Last Christmas" givin út, og sangurin varð væl móttikin.

Wham! setti sær fyri at fáa sangin á 1. plássið á bretska jólahittlistanum. Í Bretlandi er tað nevniliga nakað serligt at liggja nummar eitt á hittlistanum 1. jóladag, 25. desember.

Tað mundi eisini eydnast Wham! at fáa "Last Christmas" á 1. plássið, men her megnaði George Michael at spenna bein fyri sær sjálvum.

"Last Christmas" megnaði ikki at koma á 1. plássið, men tað gjørdi sangurin "Do They Know It's Christmas" hjá Band Aid, har George Michael sjálvur sang við.

Fjepparar royndu í fjør at fáa "Last Christmas" á 1. plássið, men hetta eydnaðist ikki. 1. plássið fór nevniliga til "Perfect" hjá Ed Sheeran.

Men hóast tað ikki eydnaðist at fáa sangin á 1. plássið, hevur sangurin verið væl umtóktur. Mett verður, at "Last Christmas" hevur givið George Michael og Andrew Ridgely 4 milliónir krónur á hvørjum ári.

Síðan "Last Christmas" varð givin út fyri 34 árum síðani, hevur hann verið róptur besti jólasangurin í tónleikasøguni - men eisini tann vánaligasti.

Fólk hava ymiskar meiningar um sangin.

Eitt dømi um hetta var 18. desember í 2015, tá útvarpsverturin Joe Kohlhofer úr Eysturríki, setti eitt "jólamótmæli" ígongd, tí at lurtarar sambært honum ikki vóru komin rættiliga í jólahýr.

Joe Kohlhofer gjørdi av at spæla "Last Christmas" umaftur og umaftur, og hann hevði enntá stongt hurðina til útvarpsstovuna, so eingin av starvfeløgum hansara kundu steðga honum.

Uml. 100 lurtarar ringdu inn og funnust at hesum, men Kohlhofer steðgaði ikki fyrr enn 4 ára gamla dóttir hansara ringdi inn at fortelja pápa sínum, at henni ikki dámdi sangin.

Tað eydnaðist Joe Kohlhofer at spæla sangin 23 ferðir.

Sambært DR verður "Last Christmas" spældur 57.000 ferðir dagliga á Spotify bara í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder