Mentan

Lassi Havsteinsson Klein vunnið evropeiska kokkakapping

Ungi føroyingurin á Søllerød Kro skal við hesum til heimsmeistarakapping í París í apríl 2026

2025-11-07 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sìðst í oktober var Lassi Havsteinsson Klein í London, har kokkanæmiingurin kappast við tríggjar aðrar ungar kokkar.

Teir vóru úr Kýpros, Onglandi og Sveis. Lassi og hini fingu eina løtu at gera sín rætt, og 21-ára gamli maðurin av Sandi fekk góð skoðsmál.

So mikið góð skoðsmál, at hann vann Jeunes Talents Escoffier-kappingina. Jeunes Talents Escoffier er ein altjóða kokkafelagskapur, og avrikini hjá Lassa Klein í London gera, at føroyingurin í apríl næsta ár skal ein túr til franska høvuðsstaðin.

Í París skal Lassi Havstein Klein kokkast og kappast saman við øðrum kokkatalentum kring heimin.

Lassi starvast til dagliga og er í læru á víðagitnu Søllerød Kro. Michelin-matstovan fegnast í dag um, at hann hevur vunnið heiðurin.

[object Object]Hátíðarløta fyri Lassa Havsteinsson Klein og gávur á krógvini í dag 

[object Object]Myndir: Søllerød Kro


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder