Uttanlands

Lars Løkke leggur frá sær í morgin

Reyði vongurin vann fólkatingsvalið

Lars Løkke Rasmussen (Mynd: EPA)

Lars Løkke Rasmussen (Mynd: EPA)

2019-06-05 23:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer í morgin til drotningina fyri at leggja frá sær sum stjórnarleiðari, og at stjórn hansara hereftir heldur fram sum starvsstjórn.

Men hann hevur tó ikki mist vónina um at halda fram í stjórn. Í røðu síni í kvøld segði Lars Løkke, at Vinstriflokkurin fyri drotningini fer at biðja um møguleikan at sleppa at royna at skipa eina stjórn yvir miðjuna í donskum politikki.

Tað er tó smá sannlíkindi fyri, at hetta fer at eydnast, tí reyði blokkur gjørdist vinnari av valinum í dag. Reyði vongurin – tað eru sosialdemokratarnir, tey radikalu, SF og Eindarlistin – stendur til at fáa 91 tinglimir, meðan blai blokkur – tað eru Vinstri, tey konservativu, Dansk Folkeparti og Liberal Alliance – fáa 75 atkvøður.

Sostatt fær valúrslitið í Grønlandi og Føroyum ikki ávirkan á javnvágina á fólkatingi í hesi setuni.

Vinstriflokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen fekk annars eitt gott val. Hóast sosialdemokratarnir gjørdust størstir við 26 prosentum av atkvøðuni, gjørdist Vinstriflokkurin tann flokkur, sum fekk størstu framgongd. Vinstri fær 23,3 prosent av atkvøðunum í mun til 19,5 prosent seinast. Harvið gongur Vinstri fram við 9 tinglimum.

[object Object]
Mette Frederiksen, vinnari av fólkatingsvalinum, og helst Danmarkar komandi stjórnarleiðari (Mynd: EPA)

Úrslitið av fólkatingsvalinum gjørdist hetta

Socialdemokratiet: 25,9% - 48 tingsessir
Venstre: 23,4% - 43
Dansk Folkeparti: 8,7% – 16
Radikale Venstre: 8,6% – 16
SF: 7,7% – 14
Enhedslisten: 6,9% – 13
De Konservative: 6,6% – 12
Alternativet: 3,0% - 5
Nye Borgerlige: 2,4% - 4
Liberal Alliance: 2,3% - 4
Stram Kurs: 1,8% - 0
Kristdemokraterne: 1,7% - 0
Klaus Riskær Pedersen: 0,8% - 0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder