Innanlands

Lars Løkke: Har var heldur eingin, sum trúði uppá Liverpool í gjár

Lars Løkke er vísur í at tað er gjørligt at taka forleypið hjá sosialdemokratunum aftur

Skíggjamynd av DR

Skíggjamynd av DR

2019-05-08 11:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lars Løkke Rasmussen boðaði í gjár frá, at fólkatingsval verður grundlógardagin 5. juni. Viðmerkjarar hugdu við tað sama eftir seinastu veljararkanningunum, og tær vísa, at reyði blokkur við Sosialdemokratunum hava eitt stórt forleyp í mun til bláa blokkin við Vinstra á odda.

Í morgun var Lars Løkke Rasmussen úti á gøtuni í Keypmannahavn, har hann royndi at fáa fólk at atkvøða fyri sær og flokki sínum. Tá tíðindamaður hjá Danmarks Radio spurdi hvussu í allar víðu verð hann ætlaði at taka forleypið hjá Sosialdemokratunum og Mette Frederiksen aftur, var Lars Løkke avgjørdur:

- Eingi trúði at Liverpool fór at megna tað í gjár, ikki so?

Lars Løkke tykist at vita, at tað verður sera torført at vinna valið, nú veljarakanningarnar vísa, at reyði blokkur fær 90 sessir, meðan Lars Løkke og blái blokkur fáa 74 sessir í fólkatinginum.

Les eisini: Reyði blokkur stendur seg betri í nýggjastu kanningini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder