
Í hesum døgum verður arbeitt við at hampa um slitlagið á landsvegnum frá Hvítanesi og niðan til rundkoyringina í Hoyvík.
Av tí at asfaltið er slitið í fleiri støðum, serliga úti á síðuni á vegnum, er nýgg asfalt lagt í holini, ella rættari sagt, oman á har, sum asfaltið er slitið.
Ikki allir bilførarar eru nøgdir við hetta arbeiðið. Serliga orsaka av, at tað merkist sum bump, tí lappiarbeiðið er gjørt soleiðis at tað er kantur á, sum merkist tá koyrt verður.
Ein lastbilførari hevur vent sær til okkara og kært sína neyð.
- Slíkt arbeiði er ikki til gagns fyri ferðslutrygdina. Serliga hjá lastbilum er hetta órógvandi, og eg eri sannførdur um, at alt fleiri bilar fara at halda seg longur úti á miðjuni á vegnum fyri at sleppa undan bumpunum. Tað er ikki gagnligt fyri trygdina á strekkinum har nógv ferðsla er, heldur viðkomandi lastbilførari.
Hann undrast yvir, hví vegamyndugleikarnir ikki heldur valdu at asfaltera alla vegabreytina ístaðin fyri slíkar lappaloysnir, sum gera umstøðurnar verri enn tær vóru frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald