Innanlands

Landsverk boðar frá hálku

Kavin ger fortreð

2019-02-04 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast tað ikki hevur kava nakað serligt seinastu samdøgrini, er kavi og frost enn til ampa fyri ferðsluna.

Landsverk ávarar um at enn kann roknast við hálku kring oyggjarnar.

Roknast kann við hálku á Dalavegnum til Viðareiðis, í Gerðabø í Klaksvík, um Gjáarskarð, á Kambsdali, á Gøtueiði, í Runavík, á Tjørnuvíkarvegnum, á Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðdalsskarð, á Velbastaðhálsi og á Porkerishálsi.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder