placeholder
Innanlands

Landsverk ávarar um hálku og áarlop

Nú kavin er farin at tiðna er ikki bert vandi fyri hálku

2019-02-06 09:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvi kavin sum hevur ligið seinastu tíðina er nú farin at tiðna, og hetta skapar trupulleikar í ferðsluni.

Landsverk biðir bilførarar um at vísa varsemi, nú áarlop eru, sum standast av at blot kemur í kavan.

Landsverk biðir eisini, at bilførarar mugu ansa sær fyri hálku. Sagt verður at roknast kann við hálku á Høgareyni og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder