Innanlands

Landsbankin: Bankarnir hava havt positiv eginpeningsavkast síðani 2016

Eitt mát fyri, hvussu tað gongur í eini fyritøku, er rentingin av eginpeninginum eisini kallað eginpeningsavkastið, ið verður roknað sum úrslitið eftir skatt í mun til eginpeningin í fyritøkuni. Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast

2021-10-18 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Myndin niðanfyri vísir eginpeningsavkastið hjá føroysku peningastovnunum frá 2010 til 2020.

Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast.

Fyri tíðarskeiðið eru 2016 og 2017 tey bestu árini fyri allar bankar. At avkastið síðstu tvey árini ikki hava verið líka góð, er bæði tí úrslitið eftir skatt hevur verið eitt vet minni hesi ár, men eisini tí eginpeningurin hevur verið nakað hægri hesi árini.

Kapitalkrøvini til bankarnar hava síðani heimsumfatandi fíggjarkreppuna í 2008 verið hækkandi, og tí hækkar eginpeningurin.

Í 2019, ið var seinasta ‘vanliga’ árið, áðrenn Covid-19 rakti, var árliga avkastið av eginpeninginum hjá BankNordik 10%, hjá Betri Banka 6,2%, hjá Norðoya Sparikassa 3,5% og hjá Suðuroyar Sparikassa 0,63%.

Sambært FinansDanmark var eginpeningsavkastið eftir skatt fyri danskar bankar til samanbering í miðal 8,6% í 2019.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder