Innanlands

Landsstýrismaðurin vil hava Hoyvíkssáttmálan sagdan upp

Poul Michelsen hevur sent uppskot til samtyktar til hoyringar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-12 09:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, vil hava Hoyvíkssáttmálan sagdan upp. Tí hevur hann sent uppskot til samtyktar um heimild at siga sáttmálan úr gildi.

Trupulleikar hava stungið seg upp við nýggju fiskivinnunýskipanini, tí at sambært henni kunnu útlendingar ikki eiga í føroyskum fiskiskipum, men hetta er, sambært íslendingum, brot á Hoyvíkssáttmálan, sum varð gjørdur við Ísland í 2005.

Eingin ætlan er tó um at broyta lógina um sjófeingi, og tí skulu útlendingar úr føroyska fiskiflotanum sum frá líður. Íslendingar hava fingið sjey ára skiftistíð.

Landsstýrið hevur boða íslendsku stjórnini frá, at eydnast ikki at tillaga Hoyvíkssáttmálan, kann gerast talan um at siga hann upp, skrivar Kringvarpið.

Landsstýrið fer tó at royna at tryggja, at nýggjur sáttmáli verður gjørdur, so at samhandilin millum Føroyar og Ísland heldur fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder