Innanlands

Landsstýriskvinnan ger onki við støðuna á Bústøðum

- Tað er uppgávan hjá stýrinum at finna stevið á stovninum. Eg havi álit á, at stýri og stjórn kunnu finna fram til semju, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í tinginum í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-20 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við bústaðarmálum, stóð púra einsamøll at verja støðuna, sum er íkomin kring almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, á løgtingi í dag.

Hon fekk ikki rærri enn fýra munnligar spurningar í løgtinginum, sum allir snúðu seg um margháttligu støðuna, sum er íkomin í bústaðarfelagnum eftir at nýtt stýri og nýggjur stýrisformaður kom til.

Tingfólk vístu á, at bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni ikki verður framdur, tí stovnurin er støðgaður upp í sínum arbeiði orsaka av hesi ósemjuni, har stýrisformaðurin, Regin Hammer, í veruleikanum hevur yvirtikið leiðsluna av øllum stovninum við at leggja fram eina starvsskipan, sum ikki loyvir felagsins stjóra at úttala seg vegna stovnin uttan at spyrja stýrisformannin fyrst.

- Havi álit á stýrinum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, tvíhelt um, at hon ikki hevur heimild til at blanda seg uppí hvussu arbeiðslagið er millum stýri og stjóra á Bústøðum. Hon hevur valt eitt stýri, og tað er ábyrgdin hjá stýrinum at tryggja arbeiðsfriðin á stovninum, vísti hon á.

Landsstýriskvinnan varð spurd fleiri ferðir um, hvat hon ætlar sær at gera við íkomnu støðuna, men hon tvíhelt um, at hon onki kann gera, tí tað liggur uttan fyri hennara heimildir.

- Eg havi álit á, at stýri og stjórn finna fram til eina semju, endurtók Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fleiri ferðir.


Fólkaflokstinglimir ikki nøgdir
Hóast spurningarnir komu frá andstøðutinglimum, so vóru tað eisini fleiri samgongutinglimir, sum tóku undir við, at okkurt má gerast fyri at fáa Bústaðir at virka aftur. Rættiliga óvæntað vóru tað serliga fólkaflokstingfólk, sum komu við ábreiðslum móti egnari landsstýriskvinnu.

Christian Andreasen vísti á tað margháttliga í, at eitt skjal, sum lýsir starvsháttin á einum stovni, skal skal verða høvuðsmál í eini viðgerð á tingi.

Fólkaflokstingmaðurin og advokaturin vísti eisini á, at tað er púra óhoyrt, at stjórin í einum felagi ella stovni ikki skal sleppa at úttala seg vegna stovnin uttan at spyrja stýrisformannin eftir.

Heðin Zachariassen vildi hava at vita, um tað var møguligt at skifta stýrið út, tí tað er eyðsæð, at stevið ikki er gott.

- Hetta er ikki gagnligt. Vit hava seta eina hálva milliard krónur av at byggja fyri. Tað er tað, vit vilja, segði fólkaflokstingmaðurin.

Annika Olsen, eisini úr Fólkaflokkinum, royndi at rættleiða landsstýriskvinnuna við at siga, at tað er uppgávan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at fáa hetta at rigga.

Firtin um skuldsetingar
Landsstýriskvinnan varð rættiliga firtin, tá tingfólk vístu á, at tað sær út til at endamálið frá byrjan av hevur verið at niðurbróta Bústaðir sum tann stovn, sum hann virkar í dag.

- Hvat billa tit tykkum inn? spurdi hon og vísti á, at hon hevur staðið fyri nøkrum, sum ongin annar landsstýrismaður hevur megnað, nevniliga at tryggja Bústøðum eina knappa milliard krónur at byggja fyri.

Hon vísti á, at ætlanir eru um at byggja meira enn 500 búeindir, og tí kann ikki sigast, at samgongan ikki vil Bústøðum væl.

Tingfólk spurdu eitt nú um tað kom óvart á landsstýriskvinnuna, at tað fór at elva til rumbul á stovninum, tá hon valdi ein mann – táverandi embætismann í egnum stýri – sum heilt týðuliga var ósamdur við stjóranum á Bústøðum.

Tingfólk undraðu seg eisini yvir, at tað ongar avleiðingar fekk fyri ein annan stýrislim, at hann ákærdi stjóran á Bústøðum fyri lógarbrot longu áðrenn arbeiðið í stýrinum varð byrjað.

Hesar spurningar valdi landsstýriskvinnan ikki at svara.

Góðkennur starvsskipanina um hon er í tráð við lógina
Landsstýriskvinnan var beinleiðis spurd um hvat hon ætlaði at gera við umrøddu starvsskipanina, sum ein meiriluti í stýrinum fyri Bústaðir hevur gjørt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir váttaði, at uppskotið um starvsskipan er komið Almannarmálaráðnum til góðkenningar.

- Skipanin verður nú eftirhugd í ráðnum. Leikluturin hjá Almannamálaráðnum í hesum føri er at kanna eftir, um starvsskipanin er í tráð við galdandi lóggávu. Hon verður ikki løgd okkum at taka støðu til. Er skipanin í tráð við lógina, so verður hon góðkend frá mínari síðu. Er hon ikki í tráð við lógina, verður hon send stýrinum aftur við frágreiðing um hví ráðið og landsstýriskvinnan ikki kann góðtaka hana, greiddi Elsebeth Medcedes Gunnleygsdóttir frá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder