Innanlands

Landsstýriskvinna: Støðin í Miðvági ómannað í umleið 30 samdøgur seinasta árið

Harafturat hevur hon verið undirmannað í umleið 16 samdøgur – Størsta avbjóðingin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen í svari til fyrispurning hjá Jóhannis Joensen.

(Savnsmynd: Landssjúkrahúsið)

(Savnsmynd: Landssjúkrahúsið)

2026-08-14 17:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað hevur verið trupult at manna Sjúkraflutningsdepilin í Miðvági - støð 30 - seinasta árið, og avbjóðingarnar hava verið serliga stórar seinasta hálva árið.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Jóhannis Joensen, tingmanni úr Javnaðarflokkinum.

Ein sjúkrabilur verður vanliga mannaður við tveimum starvsfólkum – einum autoriseraðum sjúkraflutningsviðgera og einum sjúkraflutningshjálpara, men seinasta árið hava verið tíðarskeið, har støðin í Vágum ikki hevur verið fullmannað ella ikki hevur verið mannað, sigur landsstýriskvinnan.

Upplýst verður, at støðin í Vágum seinasta árið hevur verið ómannað í umleið 30 samdøgur og bert verið mannað við einum starvsfólki í umleið 16 samdøgur.

Landsstýriskvinnan leggur tó aftur, at einstøku sjúkrabilarnir dekka breitt og ikki bert innan tey øki, har teir eru staðsettir, tó at ein manglandi sjúkrabilur í einum øki hevur við sær longri responstíð.

– Øll tænastan verður stýrd av Vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum, sum til eina og hvørja tíð gagnnýtir tær tøku resursirnar á bestan hátt. Hetta merkir millum annað, at tey tíðspunkt, sum sjúkrabilurin ikki er tøkur í Vágum, verður økið dekkað av sjúkrabilum frá øðrum støðum, men ein manglandi sjúkrabilur í Vágum vil undir vanligum umstøðum føra við sær eina longri responstíð.

Í síni heild er størsta avbjóðingin trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum til Sjúkraflutnings-tænastuna. Tí er skipanin serliga viðbrekin tá sjúkrafrávera og uppsagnir eru. Ein av orsøkunum til trotið eru herd krøv um útbúgving, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Landsstýriskvinnan sigur í svari sínum til Jóhannis Joensen, at tað sjálvandi ikki er nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum ikki hevur verið møguligt at manna støðina í Vágum, og verður áhaldandi arbeitt við at útbúgva fleiri sjúkraflutningsviðgerðar.

– Sambært sjúkrahúsleiðsluni kunnu tað væntast batar komandi mánaðirnar til hálva árið. Eisini kann nevnast, at í 2026 byrja tríggir lærlingar á yrkisskúla í Danmark, fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu tveir byrjaðu 1. august, og ein byrjar í november.

Alt svarið frá landsstýriskvinnuni sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder