
Landskassin hevur síðsta árið tikið tilsamans yvir tvær og eina hálva milliard í láni - 2,57 milliardir.
Hetta er greitt, eftir at eitt lán upp á omanfyri eina milard varð tikið í gjár. Talan var um eitt lán áljóðandi 1,32 milliard.
Landsbankin skrivar á heimasíðu sínari, at hetta varð gjørt við at selda lánsbrøv - í Føroyum og uttanlands.
- Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 1,32 mia.kr., ið tørvur var á.
Tikið lán fyri at rinda lán og fíggja hallið á fíggjarlógini
Nýggja lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 22. mai 2028. Áljóðandi rentan er 2,375 prosent, og kursurin fyri lánið var 99,874.
Heimasíðan hjá Landsbankanum ger greitt, at hesin peningurin eisin skal nýtast til lán - og til at fíggja hallið á fíggjarlígini.
- Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán á 1,645 milliardir, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2025. Harafturat er lántøkan við til at fíggja hallið á fíggjarlógini í 2023 og 2024 (200 mió. kr. í 2023 og 150 mió. kr. í 2024), umframt at ein partur av láninum fer til landsins gjaldføri. Sambært lóg skal landskassin hava 15 proseng av BTÚ í gjaldføri, og tað er 3,975 mia. kr. í 2025.
Harvið skal man nú tryggja seg á ymsan hátt.
Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir eisini, at landskassin skal rinda meira í rentum fyri síni lán. Tó er rentan á láninum, ið var tikið í gjár, lægri enn rentan fyri lánið, sum varð tikið í mai í fjør. Áljóðandi rentan á tí láninum, sum er eitt 5-ára lán, er 3,25 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald