Tað var eitt mistak at økja landsstýrið úr sjey upp í nýggju aðalráð.
Tað tykist samgongan at viðganga, nú tað frættist at ætlanin er at trý av aðalráðunum skulu niðurleggjast, og at teir tríggir flokkarnir, sum skipa landsstýrið skulu av við eitt landsstýrisfólk í part.
Okkurt bendir á, at tað er nýggja nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda, sum løgmaður herfyri setti, sum er komið við uppskotinum um at barbera landsstýrið við einum triðingi.
Nýskipanarnevndin, mannað við Ben Arabo, Maritu Rasmussen, Hera á Rógvi, Hjørdis Gaard Leiludóttur, Óluvu Klettskarð og Suna Selfoss, er klár við sínum fyrsta tilmæli, og hevur fund við fíggjarnevndina hjá løgtinginum og forfólkini hjá politisku flokkunum í morgin. Hetta visti útvarpið at siga klokkan 16.
Norðlýsið hevði fyrr í dag tvey boð um hvørji ráð verða niðurløgd, nevniliga Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið.
Hvørji landsstýrisfólkini eru, sum verða offrað er ógreitt. Fyri Framsókn verður tað helst Bjarni K. Petersen. Fyri Tjóðveldið verður tað helst annar av teimum báðum nýggjastu, Jóhan Christiansen ella Eirikur í Jákupsstovu. Gitingarnar eru fleiri um hvør skal heim av landsstýrisfólkunum hjá Javnaðarflokkinum.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald