Innanlands

Landsliðshetja setur ólavsøkuna

Turið Arge Samuelsen setur ólavsøkuna. Skrúðgongan kemur oman á Vaglið klokkan 14 og tá verður setanin

Turið Arge Samuelsen fegnast saman við hinum føroyingunum eftir EM-javnleikin í Sveis í vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen fegnast saman við hinum føroyingunum eftir EM-javnleikin í Sveis í vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-28 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður 30 ára gamla Turið Arge Samuelsen, sum setur ólavsøkuna í ár.

Hetta fer havnarkvinnan at gera, tá skrúðgongan við ítróttafólki og býráðslimum eru komin upp á pláss á Tinghúsvøllinum um 14 tíðina.

Turið Arge Samuelsen hevur verið ein ímynd í føroyskum hondbólti í nógv ár. Hon spældi á besta liðnum hjá Kyndli sum 15 ára gomul og byrjaði á landsliðnum sum 17 ára gomul.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Eftir EM-endaspælið hjá kvinnulandsliðnum, sum var í Sveis í november og desember 2024, boðaði Turið Arge Samuelsen, at hon gavst á landsliðnum.

- Basel var ein sigur fyri kvinnuítróttin. Hvør løta var til allar gentur, ið droyma um at røkka langt. Einaferð var alt hetta bert ein dreymur í huga – í dag er tað veruleiki.

- Hetta var tann vakrasta endin, ið eg kundi fáa. Mín landsliðsyrkisleið endar her, men Basel er bert byrjanin fyri føroyska kvinnulandsliðið, segði landsliðshetjan í fráboðanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder