Innanlands

Landslæknin: Vænti at allir føroyingar fáa tilboð um eitt triðja prik

– Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tey, sum hava fingið fyrsta og næsta prik eisini fara at taka ímóti tí triðja, sigur landslæknin

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-18 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í hesum mánaðinum varð boðað frá, at fólk í vandabólki og búfólk á røktarheimi fóru at fáa tilboð um eitt triðja prik fyri koronu, og nú hava í minsta lagi 159 fólk fingið triðja prikið, sambært seinastu tølunum.

Fríggjadagin boðaði danski heilsumálaráðharrin frá, at øll í Danmark fóru at fáa tilboð um eitt triðja prik seks mánaðir og 14 dagar eftir, at tey hava fingið tað seinna, og tað er sannlíkt, at vit í Føroyum fara at gera sum í Danmark.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni við Útvarpið.

Les eisini: Danmark: Øll fáa tilboð um triðja prik

Málið skal viðgerast á fundi hjá koppsetingarbólkinum í morgin, og landslæknin væntar eisini, at føroyingar fara at taka ímóti tilboðnum um triðja prik.

– Í Danmark er góð undirtøka, so eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tey, sum hava fingið fyrsta og næsta prik eisini fara at taka ímóti tí triðja, sigur hann.

Í gjár hevði Portalurin eina atkvøðugreiðslu, har til bar hjá brúkarum at svara, um tey ætlaðu at taka ímóti triðja priki. Tá svaraði meirilutin ja, men heili 20 prosent søgdu seg vera í iva. 6.359 brúkarar atkvøddu.

Les eisini: Ivasom um triðja prikið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder