Innanlands

Landslæknin: Talið í dag er helst omanfyri 100

Seinastu dagarnar eru metnógvir smittutilburðir staðfestir, men tølini frá í gjár eru enn ikki kunngjørd

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-25 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar eru metnógvir koronutilburðir staðfestir í Føroyum. Fríggjadagin vórðu 89 tilburðir staðfestir, leygardagin vórðu 78 tilburðir staðfestir, og helst verður nýtt met sett í dag.

Enn eru nýggjastu tølini ikki klár, men Lars Fodgaard Møller, landslækni segði við Útvarpið á middegi, at talið í dag helst fer at liggja omanfyri 100. M.a. eru tríggir smittutilburðir staðfestir á Landssjúkrahúsinum.

Í løtuni standa 290 persónar til at verða smittaðir við koronu í Føroyum, og ein persónur stendur til at vera innlagdur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder