Innanlands

Landskassin fær nú bøturnar

Nýggj avtalað við donsku stjórnina undirskrivað í dag. Ferðslubøturnar fara tó framvegis í statskassan

Frá vinstru Bjarni K. Petersen, Aksel V. Johannesen, Mette Frederiksen og Peter Hummelgaard (Mynd: EPA)

Frá vinstru Bjarni K. Petersen, Aksel V. Johannesen, Mette Frederiksen og Peter Hummelgaard (Mynd: EPA)

2025-06-17 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmálaráðið og Justitsministeriet hava arbeitt við at broyta býtið av sektum millum landskassan og statskassan. Arbeiðið hevur borið á mál, og í dag skrivaðu Føroya Landsstýri og danska stjórnin undir nýggja avtalu um býtið av sektum, boðar løgmálaráðið frá.

Avtalan hevur við sær, at frá 1. januar 2026 fara inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar eftir lóggávu í yvirtiknum málum, í landskassan, meðan inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar eftir lóggávu í felagsmálum, fara í statskassan.

Undantikið hesi avtalu eru inntøkur, sum stava frá handhevjingini hjá løgregluni í Føroyum av føroysku ferðslulógini. Hesar fara framhaldandi í statskassan.

- Eg fegnist um, at arbeiðið hevur borið á mál og at báðir partar hava víst vælvild at loysa hetta málið. Fyri meg er henda broytingin bæði sjálvsøgd og rættvís. Í næstum fer Løgmálaráðið at leggja fram uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, soleiðis at hon samsvarar avtaluna. Eftir hetta verður málið endaliga avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum.

- Í longri tíð hevur tað verið sæð sum órímiligt, at føroyskir myndugleikar áseta bøtur til føroyskar fyritøkur, og pengarnir enda í danska statskassanum. Tí gleðir tað meg, at avtalan er undirskrivað, og loysnin er funnin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Eisini fegnast danski løgmálaráðharrin um nýggju avtaluna:

- Eg skilji væl ynskið hjá landsstýrinum um at broyta býtið av sektarágóðum. Tí fegnist eg um, at vit í dag hava skrivað undir eina góða avtalu, so vit tryggja, at bøtur, sum føroyskir myndugleikar krevja inn, fara í føroyska landskassan, sigur Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri. 

Avtalan sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder