Uttanlands

Lagnudagur fyri Bandidos

Dómur verður sagdur í sokallaða forboðsmálinum móti Bandidos í dag. Hetta upplýsir býrætturin í Helsingør.

Lasse Boje, leiðari fyri NSK, á tíðindafundi 22. mai 2024, ið snúði seg um fyribils upploysn av Bandidos. (Mynd: EPA)

Lasse Boje, leiðari fyri NSK, á tíðindafundi 22. mai 2024, ið snúði seg um fyribils upploysn av Bandidos. (Mynd: EPA)

2025-10-29 07:14 Author image
Áron Vest
placeholder

Í august byrjaði rættarmálið MC bandanum Bandidos. Málið snýr seg um, hvørt Bandidos er ein felagsskapur við einum ólógligum endamálið, sum, sambært donsku grundlógini, kann upploysast við lóg. 

Í mai mánaða í fjør, varð Bandidos gjørt fyribils ólógligt. Tað hevur havt við sær, at tað síðani tá, hevur verið ólógligt at framt ting, ið hava til endamáls at halda fram við bandanum. Hetta fekk NSK (National Enhed for Særlig Kriminalitet) sett í verk.

Tað er ein paragraf um foreningsfrihed, altso ein paragraf um, at allir felagsskapir hava frælsi til at verða stovnsettir, ið avger, hvørt Bandidos fær loyvi til at halda áfram at vera ein felagsskapur. 

Um Bandidos verður upployst, er tað aðruferð síðani seinna heimsbardaga, at ein felagsskapur verður upploystur við lóg. Í 2021 gjørdi Hægstirættur av, at bandin Loyal To Familia (LTF) skuldi upploysast við lóg. 

Verji hjá Bandidos er Michael Juul Eriksen, sum eisini var verji hjá LTF, undir teirra grundlógmálið í 2022. 

Sama hvat útfallið verður í dag, verður væntað, at málið eisini skal viðgerast í Eystara Landsrætti og í Hægstarætti. 

Dómurin verður sagdur klokkan 13:30 føroyska tíð, í rættinum í Helsingør. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder