Innanlands

Lærarafelagið krevur lønarhækkan

Og tað skal samsvara við prísvøksturin í samfelagnum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður við Kringvarpið. Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober - samráðingar um ein nýggjan sáttmála eru byrjaðar í dag

2022-10-20 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Formaðurin í Lærarafelagnum er greiður: Hann sigur, at Lærafelagið vísti vælvild, tá ið felagið síðst gjørdi sáttmália við Lønardeildina. Hetta var beint eftir, at korona veruliga var farið at gera vart við seg, og nú ynskir felagið vælvild: 

- Tað má síggjast aftur í sáttmálanum, at prísvøksturin er so stórur, so keypiorkan verður varðveitt, sigur Jacob Eli S. Olsen við Kringvarpið.

Sáttmálin, ið Jacob Eli S. Olsen, sipar til í, varð undirskrivaður í juni 2020. Han gekk út 1. oktober, eins og sáttmálarnir hjá 14 øðrum fakfeløgum, og ronknað verður við drúgvum samráðingum.

Tær eru byrjaðir í dag. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Lærarafelagið hava sett seg við samráðingarborið.

Tað er ikki greitt, júst hvussu stóra lønarhækkan Lærarafelagið fer at krevja, men  prísvøksturin hevur verið stórur seinastu tíðina.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder