Mentan

Læknin, ið nazistar og kommunistar vildu eiga

Mikukvøldið 1. desember vísir filmsfelagið filmin "Charlatan" um kekkiska læknan Jan Mikolášek

2021-11-26 21:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í røðini av fremstu evropeisku leikstjórunum er Filmsfelagið nú komið til pólsku Agneszka Holland. Filmsfelagið hevur áður víst tað nýggjasta hjá franska François Ozon og týska Christian Petzold, og mikudagin 1. desember vísir felagið filmin "Charlatan".

Fyrrárið gjørdi Agnieszka Holland ”Mr. Jones”, har mann sá walisiska journalistin, Gareth Jones, sum avdúkaði, hvussu sovjettiska ídnaðarkollveltingin hjá Stalin kravdi korn úr Ukraina, sum elvdi til fólkatýnandi hungursneyðina Holodomor, har í landinum. Í nýggjasta filminum, ”Charlatan”, lýsir Agnieszka Holland kekkiska læknan Jan Mikolášek (1889-1973).

[object Object]
Agnieszka Holland

Hann arbeiddi eftir homopatiska háttinum, ið læknavísindaliga snýr seg um viðgerð við heilivági, sum hjá frískum menniskjum elvir til líknandi sjúkueyðkenni sum tey, ið beinast skulu burtur. Sum homoøpatur hevur Jan Mikolášek innlit í plantur, og verður kendur fyri at lekja milliónir av sjúklingum í Evropa.

Natúrliga avleiðingin er, at tá seinni heimsbardagi nærkast, vilja bæði nazistar og kommunistar fáa ræði á læknanum og væl lýdda virkseminum. Hóast hann er giftur við eini kvinnu, livir Mikolášek, ið gevur filminum heitið ”Charlatan”, eisini eitt loyniligt lív saman við manninum, sum í læknayrkinum er hansara hjálpari í einum og øllum.

[object Object]

”Charlatan”, sum í ár var kekkiskt Oscarumboð, hevur vunnið bæði pólskar og kekkiskar virðislønir. Filmurin var eisini við í kappingini um European Film Awards sum besti filmur í Evropa, skrivar Filmsfelagið. 

Mikudagin 1. desember klokkan 20 verður so høvið at síggja filmin í Filmsfelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder