
Felagsskapurin Læknar uttan landamørk hevur avgjørt at gevast við øllum virksemi í Gaza býi og flyta starvsfólk síni úr býnum.
Orsøkin er, at tað ikki longur verður mett trygt at vera í býnum, eftir at ísraelski herurin er komin nærri býnum.
– Vit hava ikki annað val enn at gevast við okkara virksemi, nú miðstøð okkara er kringsett av ísraelska herinum.
– Hetta er tað síðsta, vit ynskja, tí tørvurin í Gaza býi er stórur, og teir mest sárbæru sjúklingarnir - ov tíðliga fødd pinkubørn, fólk við álvarlsigum løstum og lívshættisligum sjúkum - eru ikki før fyri at leita sær hjálp aðrastaðni og eru í stórum vanda, segði umboð fyri Læknar uttan landamørk í tíðindaskrivi fríggjadagin.
Umleið 1.000 fólk arbeiða fyri Læknar uttan landamørk í Gazageiranum, men hvussu nógv teirra eru í Gaza býi er ógreitt.
Áður hevur felagsskapurin verið noyddur at steingja einstakar miðstøðir fyribils ella at fara úr ávísum økjum, men hetta er fyrstu ferð, at Læknar uttan landamørk metir tað vera neyðugt at fara heilt úr Gaza býi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald