Uttanlands

Kyiv: Tíggju fólk særd og eitt fólk latið lív í nátt

Russland hevur í nátt sent dronur og rakettir yvir ukrainska høvuðsstaðin

Vøruhús, sum varð rakt í álopinum í nátt (Mynd: Reuters)

Vøruhús, sum varð rakt í álopinum í nátt (Mynd: Reuters)

2025-10-25 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi tíggju fólk eru særd, og eitt fólk hevur latið lív, eftir at Russland hevur framt eitt álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv í nátt, boða myndugleikarnir í Kyiv frá í morgun.

Bæði dronur og rakettir vórðu brúktar í álopinum, sum framdi skaða á fleiri bygningar ymsastaðni í býnum.

Ukrainska loftverjan sigur seg hava skotið niður fýra av níggju rakettum og 50 av 62 dronum. Hinar fimm rakettirnar og 12 dronurnar raktu 11 støð kring landið, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder