Fleiri partar av ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv vórðu í nátt raktir av russiskum dronum.
Talan er, sambært ukrainskum myndugleikum, um eitt risastórt álop.
Vitalij Klitsjko, borgarstjóri í Kyiv, upplýsir, sambært Ritzau, at ein persónur hevur latið lív í álopinum, og at fýra vórðu særdir, harav trý vórðu koyrdir á sjúkrahús.
Í næststørsta ukrainska býnum, Kharkiv, sum liggur 30 kilometrar frá russiska markinum, vórðu eisini fleiri býarpartar álopnir. Har vórðu 19 persónar særdir, skrivar Reuters.
Sambært ukrainska herinum hevur Russland í nátt brúkt 375 dronur og 21 rakettir í álopunum á Ukraina.
Álopini hava ávirkað ukrainsku orkuveitingina, og 1,2 milliónir húski eru í morgun uttan streym. Í Kyiv eru eisini nærum 6.000 aðrir bygningar uttan hita, meðan kuldin er niðri á tíggju kuldastigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald