Innanlands

Kvinnur í hornatøkum í býnum í nátt

Tveir mans vórðu handtiknir í harðskapsmáli

2021-04-06 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Annað páskakvøld var í gjárkvøldið, fyrr var tað stórt veitslukvøld, men so er ikki rættiliga longur. Og orsaka av veðrinum vóru heldur ikki nógv fólk í býnum.

Men nøkur vórðu, og nøkur teirra elvdu til ófrið eisini.

Um trý tíðina varð løgreglan boðsend at koma á eitt dansistað í Havn, har nøkur konufólk vóru farin upp at berjast.

Løgreglan fór á staðið, og fer í dag at kanna nærri júst hvat tað var, ið hendi, og um meira skal gerast við hetta málið.

Stutt eftir henda tilburðin var aftur ófriður, hesaferð á einum skeinkistaði ikki so langt frá tí fyrra.

Tveir mans vóru komnir upp at berjast, og annar maðurin varð sligin so hart í andlitið, at hann mátti fara á skaðastovuna at fáa viðgerð.

Maðurin, sum sló, varð handtikin, og kann møguliga vænta sær eina skuldseting fyri harðskap. Í sambandi við hesa handtøkuna var ein triði maður, ið royndi at forða fyri handtøkuni, hesin varð eisini tikin við á løgreglustøðina og seinni latin leysur aftur.

Enn er ikki endalig avgerð tikin um, hvat skal henda víðari í hesum málinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder