Uttanlands

Kvetti høvdið av konuni og meldaði seg sjálvan til løgregluna

Tey gjørdust sera bilsin á einari politistøð í India, tá ein maður møtti upp við avkvetta høvdinum hjá konu sínari mánamorgunin

Politistøðin í Patharpratima (Mynd: Sundarban Police District)

Politistøðin í Patharpratima (Mynd: Sundarban Police District)

2019-05-31 19:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglufólkini á einari politistøð í Pratharpratima í India gjørdust bilsin, tá ein maður møtti upp á støðini at melda seg sjálvan fyri at hava kvett høvdið av konu sínari.

Sum prógv hevði hann tikið høvdið á konuni við sær í eina tasku, skrivar B.T.

Tá indiski maðurin, Abhijit Das, møtti á politistøðini tíðliga mánamorgunin, hildu tey fyrst, at maðurin hevði sálarligar trupulleikar.

Hann bað beinanvegin um at sleppa at tosa við vaktleiðaran, og tá hann varð spurdur um hví, svaraði hann:

- Eg havi dripið konu mína, Amba, og eg ynski at geva meg upp.

Samstundis tók hann høvdið á konuni úr taskuni og varð beinanvegin biðin um at seta seg niður at bíða eftir vaktleiðaranum.

Sambært Abhijit Das, hevði hann fyrst bundið hendur og føtur á konuni, og síðani hevði hann kvett høvdið av henni.

Løgreglufólk vórðu send heim til mannin, har kroppurin á konuni varð funnin í einum hyli av blóði.

Sum skilst vóru ongar trupulleikar í hjúnalagnum, og parið átti eina trý ára gamla dóttir. Maðurin var vorðin illur og hevði kvett høvdið av konuni, tí at hann helt, at hon hevði verið honum ótrúgv við einum granna.

Talsfólk hjá løgregluni greiddi soleiðis frá:

- Vit hava avhoyrt hann, og hann játtar at hava dripið konu sína. Hann hevði illgruna um, at hon hevði samband við ein granna, og sunnukvøldið elvdi hetta til klandur.

Abhijit Das er síðani ákærdur fyri morð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder