Uttanlands

Kunnu væntandi lata upp áðrenn jól

Tá yvir 80 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett, kann Avstralia lata upp fyri útlendskum ferðafólkum, og tað verður væntandi longu áðrenn jól, sigur avstralski ráðharrin í ferðavinnumálum

Floghavnin í Sydney í avstralska statinum New South Wales (Mynd: EPA)

Floghavnin í Sydney í avstralska statinum New South Wales (Mynd: EPA)

2021-10-18 17:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani boðaði avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison frá, at borgarar í Avstralia aftur sleppa at ferðast uttanlands í november, eftir at landamørkini hava verið stongd síðan mars 2020.

Nú boðar Dan Tehan, ráðharri í ferðavinnumálum frá, at landið møguliga eisini fer at lata upp fyri ferðafólkum úr øðrum londum áðrenn jól.

Avstralia fer at kunna lata meira upp, tá yvir 80 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett, men fyrsta raðfestingin verður at fáa avstralskar ríkisborgrarar, sum eru staddir uttanlands, heim, sigur hann við Sky News.

Sambært avstralskum myndugleikum eru 68,3 prosent avstralsku borgarunum yvir 16 ár liðugt koppsettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder