Uttanlands

Krúnprinsurin fyllir 20 ár

Christian krúnprinsur, elsta barnið hjá donsku kongshjúnunum, kann í dag hátíðarhalda rundan føðingardag

Úr myndarøðini, sum kongshúsið hevur almannakunngjørt í sambandi við runda føðingardagin hjá krúnprinsinum (Mynd: Kongshúsið)

Úr myndarøðini, sum kongshúsið hevur almannakunngjørt í sambandi við runda føðingardagin hjá krúnprinsinum (Mynd: Kongshúsið)

2025-10-15 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi danski kongurin, Christian krúnprinsur hátíðarheldur í dag sín 20 ára føðingardag.

Christian krúnprinsur er elstur av fýra børnum hjá Fríðriki kongi og Mary drotning.

Christian Valdemar Henri John, prinsur av Danmark, greivi av Monpezat varð føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn 15. oktober 2005. 21. januar 2006 varð hann doyptur í Christiansborg Slotskirke, og 15. mai 2021 varð hann fermdur í Fredensborg Slotskirke.

Hann varð liðugur við miðnámsútbúgving sína á Ordrup Gymnasium á sumri 2024. Síðan fór hann á menningarferð til Eysturafrika, og fór undir herskyldu í Slagelse. Í summar fór krúnprinsurin undir eina loytnantútbúgving. Útbúgvingin tekur eitt ár, og verður hann sostatt liðugur næsta summar.

[object Object]
Tann tá 12 ára gamli prinsurin vitjaði í Føroyum á sumri í 2018. Tað er higartil einasta Føroyavitjanin hjá honum. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder