Mentan

Kristina Bærendsen skal syngja í kinesiskum stórfilmi

Warner Brothers dámdu so væl demoinnspælingina, at Kristina fekk uppgávuna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-16 16:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska ævintýrið hjá føroysku sangarinnuni, Kristinu Skoubo Bærendsen, førir hana nú inn í altjóða filmsvinnuna.

Í morgun kundi Kristina í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya vátta tíðindini, sum fyrst bórust í íslendskum miðlum í síðstu viku um, at hon skal syngja ein sang, sum skal brúkast í einum stórfilmi, sum Warner Brothers skal framleiða.

Talan er um ein spenningsfilm, ein adventurefilm, um eina unga kinesiska kvinnu, sum fer upp á Mount Everest at bjarga einum flogfari, ið er niðurdottið.

Talan er um eina kinesiska framleiðsla, sum Warner Brothers stendur fyri. Framleiðararnir av filminum høvdu fingið gott eyga á íslendska tónasmiðin, Sveinn Rúnar Sigurðsson, at skriva ein sang til filmin. Svein Rúnar hevur skriva nakrar sangir til Kristinu eisini, eitt nú lagið ’Mama Said’, ið hon sann í íslendsku Grand Prix söngvakappingini.

Fyri kringvarpinum í morgun greiddi Kristina frá, at Sveinn Rúnar bað hana koma í studio at syngja eina sokallaða demo av lagnum, ið hann skuldi senda til filmsframleiðararnar. Ætlanin var, at sangurin skuldi syngjast av eini kinesiskari kvinnu, og er tí skrivaður í einum nógv hægri tónalagi, enn Kristina vanliga syngur.

- Eg mátti kroysta meg og ýla fyri at klára høgu tónarnar, segði Kristina Bærendsen.

Tað vísti seg, at framleiðarunum dámdu so væl mátan, sum Kristina sang sangin, at tey vildu hava føroysku sangkvinnuna at syngja lagið, ið skal brúkast í filminum.

Sangurin skal nú brúkast í ’trailaranum’, sum reklamerar fyri filminum, og verður eisini brúktur tá rullitextirnir fara í gongd tá filmurin endar.

Ein brellbiti frá filminum, ið eitur ’Wings over Everest’, sæst her:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder