Innanlands

Kristian Olsen 40 ár sum brandleiðari

Mikudagin var fráfaringarløta í Sørvági

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri handaði Kristian gávu og takkaði honum fyri trúgva tænastu (Mynd: Sørvágs kommuna)

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri handaði Kristian gávu og takkaði honum fyri trúgva tænastu (Mynd: Sørvágs kommuna)

2025-11-08 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin var fráfaringarløta fyri Kristian Olsen, sum hevur verið brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði í 40 ár, og fleiri starvsfelagar, bæði í oynni og landinum annars vóru møtt at heilsa uppá Kristian, og bera honum eina heilsu, skrivar Sørvágs kommuna.

– Í 40 ár hevur tú, Kristian, verið brandleiðari hjá Sørvágs Sløkkiliði. Tað merkir, at tú í fjøruti ár hevur verið tann, sum fólk hava stólað uppá, tá eldur hevur tikið seg upp, tá óhapp av ymiskum slag hava verið, ella tá onkur hevur tørvað hjálp. Tú hevur verið klárur dag og nátt, summar og vetur, uttan mun til klokku, veður ella høgtíð, segði Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri m.a. í røðu sínari, sum kann lesast í fullari longd her.

– At vera brandmaður, og serliga brandleiðari, er ikki bara eitt starv, tað er eitt kall. Tað krevur dirvi, ró, ábyrgd og eitt hjarta, sum slær fyri onnur. Tað hevur tú altíð havt Kristian.

– Tað er ótrúligt, hvussu nógv ár og arbeiði tú hevur lagt í hetta. Og tí vilja vit í dag siga eitt stórt takk. Takk fyri tíni 40 ár í tænastu fyri Sørvágs Kommunu, fyri fólkið og fyri felagsskapin.

Eyðstein í Løðu sum er varaleiðari, fer fyribils at røkja starvið sum brandleiðari í Sørvágs Sløkkiliði.

Á fráfaringarløtuni mikudagin heiðraði Sørvágs kommuna Mervin Falkvard, sum hevur verið sløkkiliðsmaður næstan líka leingi - í 38 ár, skrivar kommunan.

[object Object]
(Mynd: Sørvágs kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder