Amerikanski ministarin fyri innanríkistrygd, Kristi Noem, er kallað til hoyringar í rættarnevndini hjá Senatinum fyrst í mars mánaði.
Her verður møguleiki hjá nevndarlimum frá báðum flokkum at seta spurningar til Kristi Noem - herundir um deyðiliga skottilburðin í Minneapolis um vikuskiftið, tá Alex Pretti varð dripin. Formaður í nevndini er republikanski senatorurin, Chuck Grassley.
DR skrivar, at politiska trýstið á Noem er økt eftir hendingina í vikuskiftinum, og fleiri republikanskir limir í Kongressini eru ørkymlaðir av tí, ið Noem hevur sagt, og hvussu hendingin er handfarin áðrenn nøkur verulig kanning av hendingini er farin fram.
- Eg arbeiði við einum tvørpolitiskum bólki av senatorum upp á eitt krav um veruliga kanning og gjøgnumskygni til tess at fáa ábyrgdarhavararnar fyri hesum virksemi til hoyringar, so at álitið kann endurbyggjast, og rættvísið verða røkt, skrivar republikanski senatorurin, John Curtis frá statinum Utah á X.
Demokratarnir í umboðsfólkatinginum arbeiða í løtuni við einum átaki at fáa ministaran fyri ein ríkisrætt, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald