Mentan

Kringvarpið tekur uppsagnirnar aftur

Lógaruppskotið um hækkað kringvarpsgjald ger, at KVF ikki fremur ætlaðu uppsagnirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-08 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eydnaðist leiðsluni í Kringvarpi Føroya at hótta við ógvusligum sparingum.

Lógaruppskotið sum er á veg í løgtingið bøtir um inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpinum, og tí verða ætlaðu uppsagnirnar ikki framdar.

Hetta skrivar Kringvarp Føroya í tíðindaskrivi.

Verður uppskotið samtykt, skal KVF spara góðar 3 mió. í staðin fyri góðar 8 mió. krónur.

- Hetta broytir fyritreytirnar fyri sparingunum, og tí fremja vit ikki ætlaðu uppsagnirnar", sigur kringvarpsstjórin.

Sambært uppskotinum fer kringvarpsgjaldið fyri persónar at hækka við 13 krónum um mánaðin, og síðani verður tað prístalsjavnað við 2 prosentum frá 2025. Um uppskotið verður samtykt, fær KVF góðar 5 mió. kr. meira í inntøkum í 2024. Uppskotið broytir fyritreytirnar fyri sparingunum upp á 8,2 mio. kr., sum Kringvarpið er farið undir at fremja.

- Fyri trimum vikum síðani tóku vit stig til at fremja sparingar, sum svara til útvið 11 ársverk. Við tí, sum nú liggur á borðinum, taka vit ætlaðu uppsagnirnar í fasta starvsfólkahópinum aftur, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

- Vit skulu tó framvegis spara 3 mió. krónur fyri at koma á slætt í 2024, og tær mugu vit finna í rakstrinum, leggur hann afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder