Uttanlands

Kríggið í Ukraina kostar McDonald's 127 milliónir dollarar

McDonald's eigur nærum 1000 matstovur í Russlandi og Ukraina, sum eru stongar fyribils, men starvsfólkini fáa framvegis løn

McDonald's matstova í Moskva (Mynd: EPA)

McDonald's matstova í Moskva (Mynd: EPA)

2022-04-29 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Afturlatingin av matstovum í Russlandi og Ukraina kostaði í fyrsta ársfjórðingi amerikonsku matstovu-ketuni McDonald's 127 milliónir dollarar, ið svarar til 900 milliónir í okkara krónum.

Av hesum 127 millióninum stava 100 milliónir frá veiting av matvørum, sum McDonald's roknar við at skula beina burtur orsakað av fyribils afturlatingini, upplýsir Chris Mepczinski, forstjóri hjá McDonald's í sambandi við, at roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing varð kunngjørdur herfyri.

Tað var í mars, at McDonald's, eins og fleiri aðrar stórar fyritøkur avgjørdi at niðurleggja virksemið í Russlandi fyribils orsakað av russisku innrásini í Ukraina.

Tey 62.000 starvsfólkini hjá McDonald's í Russlandi fáa tó framvegis løn útgoldna, og tað sama gera starvsfólkini í Ukraina.

McDonald's brúkti í fyrsta ársfjórðingi 27 milliónir dollarar uppá løn til hesi starvsfólkini, leigumál og veitingar.

Forstjórin greiðir frá, at McDonald's hevur hildið fram við at gjalda løn og annað bæði í Russlandi og Ukraina. Sambært Ritzau ætlar McDonald's at kunna um ætlanirnar fyri Russland og Ukraina áðrenn juli.

847 McDonald's matstovur eru í Russlandi, og 108 eru í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder