Innanlands

SEV: Krákurnar órógva streymveitingina

Annan páskamorgun var krákureiður orsøk til skamlop og síðani streymslit í Hvalba og Sandvík

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-04-13 15:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit eru komin inn í apríl mánað, álmanakkin sigur vár, og fuglurin er farin at reiðrast. Fyri fólk hjá SEV merkir hetta, at eyka eftirlit skal haldast við elsteyrum fyri at tryggja, at krákur ikki byggja reiður í teimum.

Krákur eru herviligar at byggja reiður í elsteyrum, og serliga er tað tilfarið, sum tær brúka, sum í síðsta enda kann ávirka elveitingina. Krákurnar nýta m.a. hegntráð og spreingileidningar, og tá er stórur vandi fyri skamlopi.

Hóast regluligt efirlit er við linjunum og steyrunum, kann henda, at kviku krákurnar náa at byggja hálvt ella heilt reiður.

Annan páskamorgun í ár var krákureiður orsøk til skamlop og síðani streymslit í Hvalba og Sandvík.

Trupulleikin við krákureiðrum minkar tó støðugt so hvørt sum niðurgrivnir kaðlar koma í staðin fyri loftlinjurnar, sum verða tiknar niður.

Í 2019 vóru 3 streymslit ymsa staðni í landinum orsakað av krákureiðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder